Ver við í Skúlafótbólti – og styrk sálarligu, sosialu og kropsligu heilsuna

Skúlafótbóltur er eitt ABC tiltak. Hetta merkir, at Skúlafótbóltur er partur av eini størri verkætlan, sum eitur ABC fyri sálarliga heilsu. At talan er um eitt ABC tiltak merkir, at tað eru tríggir boðskapir, sum lagt verður dent á í tiltakinum:

  1. Ver virkin
  2. Ver saman
  3. Ver hugbundin

Hetta eru tríggir einfaldir boðskapir sum kunnu vera við til varðveita og betra tína sálarligu heilsu. Tá tú ert virkin (bæði kropsliga, mentalt, andaliga og sosialt), saman við øðrum og hugbundin í onkrum, sum kann geva tær eina kenslu av meining, tá ert tú við til at betra um tína sálarligu heilsu. Tað hevur týdning fyri øll at varðveita og styrkja sína sálarligu heilsu, tí sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at klára seg væl í gerandisdegnum – um alt tað, sum gevur lívinum meining, gleði og virði.

Tað hevur týdning at hava góða kropsliga heilsu, men tað hevur líka stóran týdning at trívast og hava tað gott. Við Skúlafótbólti kanst tú betra um heilsuna sum heild – kropsliga, sálarliga og sosialt!

Tá tú meldar teg til kappingina, verður tú partur av einum liðið úr tínum flokki. Hetta kann vera við til at læra hvør annan betri at kenna og styrkja um samanhaldið í flokkinum. Samstundis er høvi at læra onnur í sama aldri at kenna, og fáa stuttligar og spennandi løtur saman bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, við t.d. at svimja saman aftaná. At taka lut í Skúlafótbólti kann vera læruríkt og kanska eisini ein avbjóðing – og at klára eina avbjóðing – eisini tær smáu, kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

Sum ABC tiltak, kann Skúlafótbóltur vera við til at styrkja tína sálarligu heilsu við jaligum og góðum upplivingum við tínum floksfeløgum og øðrum javnaldrum.