Skúlafótbóltur nú eisini í Føroyum

Í grannalondum okkara er vanligt, at tað, umframt fótbóltskappingar, sum eru fyriskipaðar av fótbóltssambandinum, eisini eru fyriskipaðar ymiskar aðrar fótbóltskappingar, ikki minst í skúlahøpi.

Í heyst verður farið undir nýggja spennandi fótbóltskapping í Føroyum, tá tað á fyrsta sinni verður skipað fyri kappingini Skúlafótbóltur.

Skúlafótbóltur er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Kappingin verður skipað í framúr góðu umstøðunum til fótbólt í Vági – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum eru vælkomnir til Skúlafótbólt í Vági.

Við Marghøllini í Vági og nýggjum graslíki á fótbólsvøllinum á Eiðinum eru møguleikarnir fyri at skipa ítróttartiltøk í Vági framúr góðir, ikki minst til fótbólt. Spælt verður í Marghøllini í Vági , men er veðrið gott, so verður spælt á graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum.

Føroyar er millum londini í heiminum, sum hava flestar fótbóltsleikara pr. borgara. Fótbóltur er ítrótt sum røkkir víða, bæði millum børn og ung, tilkomin, vaksin og eldri, og eisini til bæði kvinnur og menn. Og nú verður ein spennandi fótbóltskapping millum føroyskar fólka- og miðnámsskúlar: Skúlafótbóltur.