So eru tað 6. flokkar til Skúlafótbólt

Í dag eru tað 6. flokkar úr øllum landinum, sum leita til Vágs til Skúlafótbólt, sum FC Suðuroy skipar fyri, har Bank Nordik er høvuðsstuðul. 

Í farnu viku vóru tað um 400 børn úr 5. flokkunum til Skúlafótbólt og í dag verða tað á leið líka nógv, tí eini 375 børn fara at kappast í dag. Tilsamans verða 77 dystir og fyrstu dystirnar byrja nú kl. 10.30, áðrenn stóra ferðaliðið kemur frá Smyrli.

Kappingin í dag heldur áfram til umleið kl. 16.15 og áðrenn børnini fara til hús aftur, er sum vant møguleiki at fara og svimja í Páls Høll.