ONGIN SKÚLAFÓTBÓLTUR ÁÐRENN SUMMARFRÍTÍÐINA

Góðu tit,

Tað er við blandaðum kenslum, at vit skriva út hesi boðini, men sum støðan er – Marghøllin er ikki tøk – so verður tað ómetaliga avbjóðandi at skipa 6-10 leikdagar í Skúlafótbólti í vár – undir opnum himli við so skiftan veðri, sum vit hava hesa tíðina av árinum.

Tíðarætlanin í smb. við nær Marghøllin verður klár aftur er ikki heilt greið og kunnu vit tí ikki við trygd áseta leikdagar áðrenn summarfrítíðina – og áðrenn skúlarnir nærkast egnum avsluttandi tiltøkum í juni mánað.

Fyri okkum hevur tað ómetaliga stóran týdning, at upplivilsi til Skúlafótbólt hjá bæði næmingum og lærarum verður so gott sum yvirhøvur tilber.

Av somu orsøk, so hava vit gjørt av, at útseta Skúlafótbóltin, sum var á skrá í vár, til eftir summarfrítíðina.

Vónandi skilja tit øll støðuna.

Vit venda aftur í august mánað við kunning um skipanina av Skúlafótbólti í heyst og hvussu lið verða meldaði til.

Skúlafótbóltur