Smáir skúlar kunnu lána leikarar

Vit vilja gjarna hava øll við til Skúlafótbólt, bæði stórar og heilt smáar skúlar. Tí hava vit eisini gjørt skipan, har smáir skúlar kunnu lána leikarar frá øðrum skúlum ella frá øðrum árgangi í egnum skúla.

Um til dømis 4. flokkur í Hósvíkar skúla ikki megnar at manna lið einsamallur, so kunnu tey sláa seg saman við til dømis 4. flokk í Hvalvíkar skúla.

Eisini ber til hjá 4. flokki í Hósvíkar skúla at lána leikarar frá 3. flokki í Hósvíkar skúla.

Í reglugerðini fyri Skúlafótbólt stendur:

Um tað ikki eru nóg nógvir leikarar til at manna lið, so ber til at lána leikarar frá einum lægri flokki. Teir lántu leikararnir skulu verða teir somu gjøgnum alla kappingina. Lántir leikarar kunnu eisini spæla við egnum flokki.

Um ein skúli ikki hevur nóg nógvar leikarar til at manna lið, kann skrivliga søkjast um undantak, har tveir smáir skúlar skipa felags lið.