So er klárt at melda til Skúlafótbólt 2022/2023

Farið er um ársskiftið og dagarnir leingjast støðugt. Fyri framman er várið og hetta merkir eisini, at Skúlafótbóltur verður á skránni. -Og nú er eisini klárt at melda til Skúlafótbólt 2022/2023.

Tilmelding fer fram á síðuni “Tilmeldingarskjal“.

Í næstum verður skráin fyri leikdagarnar hjá ymisku aldursbólkunum tøk, soleiðis at skúlarnir eisini spakuliga kunnu fara at leggja tilrættis ætlanir um ein hugnaligan dag til Skúlafótbólt í Vági.

Meiri verður at frætta um hetta seinni.