Ókeypis luttøka í Skúlafótbólti

Skúlafótbóltur er ein ókeypis annarleiðis spennandi fótbóltskapping fyri ymisku árgangirnar í fólkaskúlanum og fyri miðnámsskúlar.

Í góðum samstarvi við stuðlar okkara bjóða vit øllum skúlum, skúlaflokkum og næmingum í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum til ókeypis fótbóltskapping – Skúlafótbólt – í Vági.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.