Skúlafótbóltur eisini fyri miðnámsskúlar

Skúlafótbóltur er bæði fyri fólkaskúlar og fyri miðnámsskúlar. Miðnámsskúlar spæla fulla vallarstødd í Marghøllini, tvs. 60 x 40 m., við 7 útileikarum og einum málverja.

Miðnámsskúlaflokkar spæla ímóti hvørjum øðrum í kappingin um at vinna Skúlafótbólt 2018/2019. Spælt verður innleiðandi í 1 dag í november 2018 (dato verður tøkt í næstum) og síðani verður stórur finaludagur fyrst í mai 2019.

Eins og við øðrum skúlum, so sleppa miðnámsskúlanæmingar suður av Havnini um morgunin, kl. 8.30 (tí spælt verður antin mánadag, ónsdag ella tórsdag), og norður til Havnar aftur um kvøldið kl. 18.30 ella 17.30 (tórsdag).

Til ber eisini hjá miðnámsskúlum at gera eina ferð burturúr hesum og liggja nátt í Suðuroynni.

Tilmelding til Skúlafótbólt fer fram her.