Dreingja-, gentu- ella blandaði lið

Skúlafótbóltur er fyri allar árgangir í fólkaskúlanum og fyri miðnámsskúlar. Spælt verður í ymisku árgangunum og spælt verður í bólkum við dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum.

Í blandaðu liðunum skulu í minsta lagi helvtin av leikarunum verða gentur, um tað ikki ber til at fáa gentur á liðið, verður spælt við færri leikarum.

Leikararnir skulu ganga í flokki saman.

Tal av leikarum

  • Í árgangunum 1. og 2. flokki eru tað 4 útileikarar og ein málverji.
  • Í árgangunum 3., 4., og 5. flokki eru tað 5 útileikarar og ein málverji.
  • Í árgangunum 6., 7., 8., og 9. flokki eru tað 6 útileikarar og ein málverji.
  • Í árganginum 10. flokkur eru tað 7 útileikarar og ein málverji.
  • Í árganginum miðnámsskúlar eru tað 7 útileikarar og ein málverji.

Liðini kunnu hava í mesta lagi 3 útskiftarar.