Ongin Skúlafótbóltur komandi vikuna!

VIt hava í morgun verið í samskifti við Koronaráðgevingini.
 
Tilmælini eru greið: Mælt verður til ikki at hava kappingar, sum savna nógv fólk tað fyrstu vikuna, inntil vit vita nærri um hetta er toppurin ella um eitt størri corona-útbrot er ígongd.
 
Hesi tilmælini taka vit til eftirtektar og merkir hetta eisini, at umfarið hjá 4. flokki tórsdagin 27. mai og umfarið hjá 5. flokki mánadagin 31. mai eru útsett.
 
Tit frætta nærri, tá vit hava havt møguleika at áseta nýggjar dagar – og verður hetta gjørt í neyvum samráð við Korona-ráðgevingina.