4. flokkur og 5. flokkur spæla ymiskar dagar !

Við tað at tað eru tilmeldaði heilt nógv lið í 4. og 5. flokki, hava vit valt at býta hesar flokkar sundur, so spælt verður tveir ymiskar dagar – og spælt verður inni í Marghøllini.

Hendan broytingin førir við sær:

  1. flokkur skal til Skúlafótbólt tórsdagin (hósdagin) 27. mai 2021.
  2. flokkur skal til Skúlafótbólt mánadagin 31. mai 2021

Tíðarætlan fyri dagarnar

  • Kappingarnar verða báðar skipaðar soleiðis, at dreingjaliðini spæla fyrst í Marghøllini.
  • Samstundis kunnu genturnar fara í Páls Høll at svimja í 1 tíma.
  • Eftir tað spæla blandaði lið – og síðani gentuliðini.
  • Og meðan genturnar spæla, kunnu dreingirnir fara í Páls Høll at svimja.

Hendan tíðarætlan ger, at tað ikki verður so nógv bíðitíð – og ikki minst at øll sleppa at svimja, sum hava áhuga í tí.

Kappingin verður løgd dagarnar undan kappingin og verður leikskráin tá send luttakandi flokkunum.