Vælkomin á Skúlafótbólt í Vági í mai og juni 2021

Eins og undanfarin ár, verður Skúlafótbóltur aftur á skrá hetta skúlaárið – og spælt verður í mai og juni mánað.

Spælt verður bara í 1 dag og merkir hetta eisini at vinnarar verða funnir fyri árgangirnar og fyri gentur, dreingir og blandaði lið. Vinnandi liðini fáa steyp og medaljur.

Spælt verður tórsdagar, tá Smyil fer av Havnini kl. 8.45 og er á Krambatanga kl. 10.45. Bussar koyra av Krambatanga til Vágs (minnist til at boða frá á telduposti dennis@vagur.fo um tit skulu við bussinum!). Er veðrið til vildar verður (eins og í fjør) farið vestur á Eiðið, er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.

Tað er umráðandi, at flokkar melda til so skjótt sum tilber, tí um tað verða sera nógvar tilmeldingar, so kann gerast neyðugt at broyta leikskránna, soleiðis at tað ikki spæla so nógvir flokkar sama dag.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni undir Tilmeldingarskjal.

Skúlafótbóltur er skipaður við BankNordik sum høvuðsstuðli og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommunu.

Spælt verður soleiðis skúlaárið 2020/2021

 

Í floksrøð

 

1. flokkur: 3. juni 2021

2. flokkur: 3. juni 2021

3. flokkur: 3. juni 2021

4. flokkur: 27. mai 2021

5. flokkur: 27. mai 2021

6. flokkur: 20. mai 2021

7. flokkur: 20. mai 2021

8. flokkur: 6. mai 2021

9. flokkur: 6. mai 2021

10. flokkur: 6. mai 2021

Miðnámsskúlar, háskúlar og eftirskúlar: 6. mai 2021

 

Í tíðarrøð

 

Tórsdagin 6. mai 2021: 8. flokkar

Tórsdagin 6. mai 2021: 9. flokkar

Tórsdagin 6. mai 2021: 10. flokkar

Tórsdagin 6. mai 2021: Miðnámsskúlar, háskúlar og eftirskúlar

Tórsdagin 20. mai 2021: 6. flokkur

Tórsdagin 20. mai 2021: 7. flokkur

Tórsdagin 27. mai 2021: 4. flokkur

Tórsdagin 27. mai 2021: 5. flokkur

Tórsdagin 3. juni 2021: 1. flokkur

Tórsdagin 3. juni 2021: 2. flokkur

Tórsdagin 3. juni 2021: 3. Flokkur

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Skúlafótbólt í Vági ?