Umfarið hjá miðnáms- og háskúlunum flutt 2 vikur

Umfarið hjá miðnáms- og háskúlunum verður flutt 2 vikur, soeiðis at umfarið verður spælt ónsdagin 27. november – og ikki ónsdagin 13. november.

Sum er, hava miðnámsskúlarnir í Suðuroy, í Vestmanna og í Kambsdali meldað lið til, umframt at Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur meldað lið til. Glasir hevur somuleiðis boðað frá, at tey fara at melda fleiri lið til hetta umfarið í Skúlafótbólti.