Skúlafótbóltur ígongd aftur mánadagin 8. juni

Í samráð við Korona-ráðgevingina verður nú farið undir seinastu umførini í Skúlafótbólti – og farið verður ígongd aftur longu komandi mánadag, tá 1., 2. og 3. flokkar koma til Vágs at kappast í Skúlafótbólti.

1., 2. og 3. flokkar mánadagin 8. juni
Byrjað verður aftur mánadagin 8. Juni 2020, tá 1., 2. og 3. flokkur koma til Vágs at kappast í Skúlafótbólti. Spælt verður bara í 1 dag og merkir hetta eisini at vinnarar verða funnir fyri árgangirnar og fyri gentur, dreingir og blandaði lið. Vinnandi liðini fáa steyp.

Smyril fer av Havnini kl. 8.45 og er á Krambatanga kl. 10.45. Bussar koyra av Krambatanga til Vágs (minnist til at boða frá á telduposti jenspetur@marghollin.fo um tit skulu við bussinum!) – og um veðrið er til vildar, so verður farið vestur á Eiðið, er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.

Orsaka av umstøðunum (korona-støðuni), fáa vit tíverri ikki bjóðað frukt og tað ber heldur ikki til at bíleggja døgurða. Av somu orsøk mugu næmingar hava matpakka við. Vatn verður tó at fáa á økinum, og tilber at keypa okkurt smávegis.

Sum vant, so verður møguleiki at svimja í Páls Høll (við nýggjari vatnrussjibreyt) eftir kappingina, áðrenn dagurin endar og næmingarnar fara til hús aftur.

Mælt verður til, at næmingarnar eru í ítróttarklæðum tá tey koma.
Mælt verður eisini til, at flokkarnir halda seg saman og sum vant at hugsa um handreinføri.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll mánadagin 😊