Skúlafótbóltur – fáið ein spennandi dag í Suðuroynni

Hava tit áhugað í at luttaka í Skúlafótbólti, so fáa tit 1 / ein spennandi dag í Suðuroynni, tí hvørt lið skal í fyrsta umfari til Vágs í 1 dag, har kappast verður í bólki um at koma víðari til stóran finaludag í mai 2019.

Spælt verður ónsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 17.00 og um neyðugt eisini tórsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 16.30.

Ónsdagar siglir Smyril av Havnini kl. 8.30 og norðuraftur kl. 18.30, tórsdag tó kl. 17.30. Bussar koyra av Krambatanga til Marghøllina og frá Marghøllini á Krambatanga.

Tilber at fáa bólkaavsláttur við Smyril og við bygdaleiðum. Víst verður til heimasíðuna hjá Strandfaraskipum Landsins: www.ssl.fo, har fráboðast skal til SSL um bólkaferðir.

Kappingin er løgd soleiðis til rættis, at møguleiki verður eisini fyri at fara og svimja í Páls Høll (ókeypis) og royna klatriveggin í Marghøllini (ókeypis), áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar við Smyrli.