Seinastu umførini i Skúlafótbólti

Ongin Skúlafótbóltur verður komandi vikuna. Skúlabørn, lærarar og foreldur úr øllum landinum koma til Skúlafótbólt og vilja vit ikki taka nøkur óráð fyri – og av somu orsøk verða seinastu umførini í Skúlafótbólti spæld soleiðis:

Mánadagin 7. juni spæla 5. flokkar Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági

Ónsdagin 9. juni spæla 4. flokkar Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági

Ónsdagin 16. juni spæla 3. flokkar Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági

Tórsdagin 17. juni spæla 1.-2. flokkar Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági

 

Nærri boð um skipan av umfarinum hjá 5. flokki mánadagin 7. juni koma ein av komandi døgunum.