Í fjør byrjaði ein nýggj annarleiðis og spennandi fótbóltskapping í Suðuroynni – Skúlafótbóltur – sum er ein kapping millum skúlaflokkar í fólkaskúlanum og í miðnáms- og háskúlum.
Við tað at Skúlafótbóltur er ein kapping, sum er í Marghøllini í Vági, heyst- og várhálvuna, so er ferðing og samskipan av busssambandi av Krambatanga til Vágs og aftur á Krambatanga ein avgerandi táttur fyri eina væleydnaða kapping.
Í fjør gjørdu Skúlafótbóltur og Strandfaraskip Landsins (SSL) avtalu um samstarv, sum inniberur, at skúlar boða SSL frá, hvussu nógv tey eru í ferðalagnum til Vágs og so setti SSL, í samstarvi við veitaran á økinum, neyðugt tal av bussum inn í Suðuroynni at flyta næmingar, lærarar og foreldur av Krambatanga til Vágs og aftur á Krambatanga.
Samstarvið var í fjør heilt fyrimyndarligt. Teir størstu leikdagarnir vórðu umleið 350 fólk flutt millum Krambatanga og Marghøllina í Vági, og uttan framur góða tænastu frá SSL og bygdaleiðum í Suðuroy hevði tað snøgt sagt ikki borið til at skipa fyri so stórum tiltaki í Suðuroynni, siga fyrireikararnir av Skúlafótbólti.
Vit eru sera fegin um, at samstarvið við SSL frá seinasta skúlaári heldur áfram hetta skúlaárið, tí hetta er ein avgerandi partur fyri kappingina Skúlafótbóltur, siga fyrireikararnir.
Tilmeldingin til Skúlafótbólt 2019/2020 er byrjað og tær fyrstu tilmeldingarnar eru longu komnar inn. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni undir Tilmelding