Nógv nýggj lið tilmeldaði

Í fjør – fyrsta árið við Skúlafótbólti – luttóku 25 fólkaskúlar og 5 miðnáms/háskúlar í Skúlafótbólti og tilsamans 25% av øllum skúlanæmingum í Føroyum. Longu nú kann staðfestast, at nógv lið venda aftur til Skúlafótbólt 2019/2020, men harumframt eru nógv nýggj lið tilmeldaði.

Umleið 1/3 av tilmeldaðu liðunum vóru ikki til Skúlafótbólt í fjør, so tey fáa nú møguleikan til at koma suður til ein spennandi dag í Vági saman við floksfelagum í sama aldri úr øllum landinum.

Tit kunnu eisini meldað til og tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni undir TILMELDINGARSKJAL