Ongin Skúlafótbóltur áðrenn Páskir

Sambært skránni skuldu 10., 9., 8. og 7. flokkar til Skúlafótbólt í Vági áðrenn Páskir. Men eru hesi umførini fyribils flutt, soleiðis at ongin Skúlafótbóltur verður áðrenn Páskir, hetta í tráð við tilmælini frá landsmyndugleikunum fyri at fyribyrgja smittu av Corona-virus.

Lýst verður, tá greitt er hvussu umførini umførini og finaludagarnir til Skúlafótbólt kunnu spælast.