Kunnu í samband við Skúlafótbólt keypa døgurða í Marghøllini

Seinastu dagarnir hava fleiri spurt, um tað ber til at keypa døgurða í Marghøllini, meðan Skúlafótbóltur er. JA, TAÐ BER TIL AT BÍLEGGJA DØGURÐA í Marghøllini.

Um flokkar ynskja at keypa døgurða í Marghøllini, heldur enn at taka matpakka við heimanífrá, so kostar ein góður døgurði – grýturættur og rís afturvið – 65 kr.
Døgurðin kann njótast í sera góðu umstøðunum í Alrúminum í Marghøllini.

Legg tilmerkis, at døgurðin skal bíleggjast frammanundan, so vit vita, hvussu nógv døgurði skal gerast til hvønn leikdag.