Finaludagarnir fastlagdir

Finaludagarnir hjá Skúlafótbólti eru nú fastlagdir og verða tað tríggir finaludagar, sum verða ónsdagin 29. apríl, tórsdagin 30. apríl og ónsdagin 6. mai 2020.

Ónsdagin 29. apríl er finaludagur hjá 8., 9. 10. flokkunum og miðnámsskúlaflokkunum.

Tórsdagin 30. apríl er finaludagur hjá 1., 2. og 3. flokki

Og ónsdagin 6. mai er finaludagur hjá 4., 5., 6., og 7. flokki (hetta orsaka av, at 4. og 6. flokkur eru til landsroynd í døgunum 28. – 30. apríl).