Eiðis Skúli og Strandagellur í gentufinaluni í 3. flokki

Seinastu umførini hjá 3. flokkum seinnapartin vóru genturnar, sum spældu í tveimum bólkum. 3g úr Eiðis Skúla vann bólk 1 og Strandagellur úr Stranda Skúla vunnu bólk 2, og koma hesi bæði liðini at spæla finaluna hjá gentunum í 3. flokki. Finaluumfarið verður tórsdagin 2. mai.