Árlig afturvendandi kapping

Skúlafótbóltur er ein árlig afturvendandi kapping, sum verður skipað í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Spælt verður mánadagar og ónsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 17.00 og tórsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 16.30. (Smyril siglir av Havnini kl. 8.30 og norðuraftur kl. 18.30, tórsdag tó kl. 17.30).

Hvørt lið skal í fyrsta umfari til Vágs í 1 dag, har kappast verður í bólki um at koma víðari til endaspæla og finalu. Í innleiðandi umførunum spælir hvørt lið í minsta lagi 3 dystir.

Eftir innleiðandi umførini verður spælt fram ímóti finalu, spælt verður í cup-skipan, tvs. at vinnandi liðið heldur áfram í kappingini, meðan tapararnir eru úti.

Skúlafótbóltur verður á fyrsta sinni á skránni skúlaárið 2018/2019.