Ónsdagin 10. juni koma 4. og 5. flokkar til Vágs at kappast. 4. og 5. flokkarnir spældu innleiðandi umførini í heyst og eru tað sostatt finalistarnir í árgangunum báðum hjá gentum, dreingjum og blandaðum liðum sum skulu kappast. Vinnandi liðini fáa steyp.
Smyril fer av Havnini kl. 8.45 og er á Krambatanga kl. 10.45. Bussar koyra av Krambatanga til Vágs (minnist til at boða frá á telduposti jenspetur@marghollin.fo um tit skulu við bussinum!) – og um veðrið er til vildar, so verður farið vestur á Eiðið, er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.
Orsaka av umstøðunum (korona-støðuni), fáa vit tíverri ikki bjóðað frukt og tað ber heldur ikki til at bíleggja døgurða. Av somu orsøk mugu næmingar hava matpakka við. Vatn verður tó at fáa á økinum, og tilber at keypa okkurt smávegis.
Sum vant, so verður møguleiki at svimja í Páls Høll (við nýggjari vatnrussjibreyt) eftir kappingina, áðrenn dagurin endar og næmingarnar fara til hús aftur.
Mælt verður til, at næmingarnar eru í ítróttarklæðum tá tey koma.
Mælt verður eisini til, at flokkarnir halda seg saman og sum vant at hugsa um handreinføri.
Vit gleða okkum at síggja tykkum ónsdagin ?