Nú farið er um ársskiftið eru fyrireikingarnar til umførini, sum verða í mars og apríl, farin í gongd. Vit gleðast um, at tað longu eru tilmeldaði 137 lið, fleiri teirra hava longu spælt, til Skúlafótbólt 2019/2020. Tilsamans eru nú 1.131 leikarar tilmeldaðir (fleiri hava spælt) til kappingina í ár – hetta eru vit ómetaliga glað um.
Tykkara flokkur kann eisini meldað til Skúlafótbólt.
Her á heimasíðuni er tilmeldingarskjal og eisini yvirlit yvir nær kappingarnar eru. Næsta umfar verður umfarið hjá 9. og 10. flokkunum, sum verður ónsdagin 18. mars.
Í floksrøð1. flokkur: 22. apríl 2020 2. flokkur: 22. apríl 2020 3. flokkur: 15. apríl 2020 4. flokkur: 30. okt. 2019 5. flokkur: 6. nov. 2019 6. flokkur: 23. okt. 2019 7. flokkur: 1. apríl 2020 8. flokkur: 25. mars 2020 9. flokkur: 18. mars 2020 10. flokkur: 18. mars 2020 Miðnámsskúlar: 13. nov. 2019 FINALUDAGAR: MEIRI VERÐUR AT FRÆTTA SEINNI | Í tíðarrøðÓnsdagin 23. okt. 2019: 6 flokkar Ónsdagin 30. okt. 2019: 4. Flokkar Ónsdagin 6. nov. 2019: 5. Flokkar Ónsdagin 13. nov. 2019: Miðnámsflokkar Ónsdagin 18. mars 2020: 9. fl. og 10. fl. Ónsdagin 25. mars 2020: 8. Flokkar Ónsdagin 1. apríl 2020: 7. Flokkar Ónsdagin 15. apríl 2020: 3. Flokkur Ónsdagin 22. apríl 2020: 1. fl. og 2. fl. FINALUDAGAR: MEIRI VERÐUR AT FRÆTTA SEINNI |