6. og 7. flokkur verður ónsdagin 19. mai

Nógvar tilmeldingar eru hjá 6. og 7. flokkunum og av somu orsøk er kappingin flutt til ónsdagin 19. mai og spælt verður úti á graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum.

Bussarnir koyra vestur á Eiði, tá teir koma frá Smyrli.

Busssamband verður eisini av Eiðinum yvir til Páls Høll, so møguleiki verður at fara og svimja. Hesin bussurin er ókeypis.

Við fráferð úr Vági á Krambatanga koyra bussarnir frá Páls Høll og heim gjøgnum bygdina.

Ónsdagar siglur Smyril av Krambatanga kl. 18.30, so fráferðin við bussi úr Vági verður kl. 17.40 úr Páls Høll.