Tá vit byrjaðu Skúlafótbólt, so høvdu vit eina bjarta vón um, at eini 60-70 lið og eini 500 næmingar fóru at taka lut í Skúlafótbólti 2018/2019.
Higartil hava vit havt kappingar fyri 4., 5., 6., flokkunum og miðnámsskúlum – og kunnu í dag (12. des.) staðfesta, at í minsta lagi 157 lið og 1.300 næmingar koma at luttaka í Skúlafótbólti 2018/2019.
Vit gleðast um stóra áhugan – og øll tit, sum ikki hava meldað til enn, kunnu gera tað her á heimasíðuni.