Árið 2018/2019 var fyrsta árið, har fótbóltskappingin Skúlafótbóltur varð skipað í Føroyum. Árið 2018/2019 eydnaðist framúr val. Tilsamans 2.409 børn og ung luttóku og kappaðust á 221 liðum, spældu 596 dystir og gjørdu 3.448 mál. Tilsamans umleið 25% av øllum næmingunum í fólkaskúlanum luttóku í kappingini. Og vit gleða okkum til at taka ímóti tykkum aftur í ár ?
Skúlafótbóltur er ein fótbóltskapping fyri allar fólkaskúlar og allar miðnámsskúlar í landinum.
Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.
Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti. Umframt ókeypis luttøku fáa allir leikarar:
- Ókeypis húgvu frá Skúlafótbóltur
- Ókeypis frukt og vatn, meðan spælt verður
- Ókeypis møguleika at royna klatriveggin í Marghøllini
- Møguleika at svimja í Páls Høll (kostnaður 20 kr.)
Skúlafótbóltur 2019/2020 verður skipaður fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og miðnámsskúlarnir kring landið.
Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.
Vallarstøddin er í mun til árgangin sambært forskriftunum hjá FSF. Leiktíðin er í mun til tíðarásetingarnar fyri dystir í ymisku aldursbólkunum hjá FSF.
Vinnandi liðini fáa steyp og medaljur.
1 / EIN dag til Suðuroyar
Øll luttakandi lið skulu í fyrsta umfari til Vágs í 1 / EIN dag, har kappast verður í bólki um at koma víðari til finaludagarnir sum verða um mánaðarskifti apríl / mai.
Spælt verður ónsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 17.00 (og um neyðugt eisini tórsdagar í Vági frá kl. 11.30 til kl. 16.30, men) hvørt lið skal tó bara suður annan av døgunum!
Ónsdagar siglir Smyril av Havnini kl. 8.30 og norðuraftur kl. 18.30, tórsdag tó kl. 17.30. Bussar koyra av Krambatanga til Marghøllina og frá Marghøllini á Krambatanga.
Kappingin er løgd soleiðis til rættis, at møguleiki verður eisini fyri at fara og svimja í Páls Høll (kostnaður 20 kr.) og royna klatriveggin í Marghøllini (ókeypis), áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar við Smyrli.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo og vel Tilmeldingarskjal.
Spælt verður soleiðis í 2019 og 2020
Í floksrøð
1. flokkur: 22. apríl 2020 2. flokkur: 22. apríl 2020 3. flokkur: 15. apríl 2020 4. flokkur: 30. okt. 2019 5. flokkur: 6. nov. 2019 6. flokkur: 23. okt. 2019 7. flokkur: 1. apríl 2020 8. flokkur: 25. mars 2020 9. flokkur: 18. mars 2020 10. flokkur: 18. mars 2020 Miðnámsskúlar: 13. nov. 2019 FINALUDAGAR: MEIRI VERÐUR AT FRÆTTA SEINNI | Í tíðarrøð
Ónsdagin 23. okt. 2019: 6 flokkar Ónsdagin 30. okt. 2019: 4. Flokkar Ónsdagin 6. nov. 2019: 5. Flokkar Ónsdagin 13. nov. 2019: Miðnámsflokkar Ónsdagin 18. mars 2020: 9. fl. og 10. fl. Ónsdagin 25. mars 2020: 8. Flokkar Ónsdagin 1. apríl 2020: 7. Flokkar Ónsdagin 15. apríl 2020: 3. Flokkur Ónsdagin 22. apríl 2020: 1. fl. og 2. fl. FINALUDAGAR: MEIRI VERÐUR AT FRÆTTA SEINNI |
Vit gleða okkum at síggja tykkum til Skúlafótbólt í Vági ?