Ein sera góður og væleydnaður dagur í Marghøllini í Vági, har fleiri enn 200 næmingar vóru til Skúlafótbólt hjá 9. og 10. flokki.
Úrslitið hjá ymiskum árgangunum vóru hesi.
9. flokkur dreingir: Team Ben10 hjá Vágs Skúla og Kósakeiin á Skúlanum á Skúlatrøð spæla finaluna 2. mai.
Hjá blandaðum liðum í 9. flokki eru fýra lið komin víðari til finaluumfar við hálvfinalu og finalu 2. mai 2019.
Liðini, sum komu víðari eru:
Tvøroyrar Skúli
9b-1 á skúlanum á Argjahamri
Rumpunissurnar á Skúlanum á Giljanesi
9b í Hoyvíkar Skúla
Wycombe á NámX á Eysturskúlanum ganga í 10. flokki og spældu við 9. flokki sum gestalið. Wycombe vinnur sostatt eisini bólkin hjá blandaðum liðum í 10. flokki.
Í 10. flokki hjá dreingjum vunnu FC Dýrið á NámX í Eysturskúlanum og Rebekka’s Angels í Vágs Skúla. Hesi bæði liðini spæla so finaluna tórsdagin 2. mai 2019.