Ónsdagin 21. november var umfarið hjá miðnáms- og háskúlaflokkum til Skúlafótbólt í Marghøllini. Tilsamans 160 næmingar á 16 liðum, og frá 5 skúlum, luttóku í kappingini.
Talan var um sera spennandi kapping, serliga hjá dreingjunum og hjá blandaðum liðum, meðan tað hjá gentunum tíðliga var greitt, at Miðnám á Kambsdali skal spæla ímóti Miðnám í Suðuroy í finaluni í mai 2019.
Spenningur til tað síðsta hjá dreingjunum.
Hjá dreingjunum var sera javnt. Seiðamurtarnir av Miðnámi á Kambsdali hevði undan seinasta dysti vunnið 1. plássi í bólkinum, meðan spenningur var um 2. plássið – og seinna finaluplássið. Seinasti dystur var millum Candy Crush av Miðnámi á Kambsdali og 1FX av Miðnám í Suðuroy. Fyri Candy Crush var ein javnleikur nokk, meðan Miðnám í Suðuroy skuldi vinna dystin fyri at koma víðari. Spennandi dysturin endaði við einum 1-0 sigri til Miðnám í Suðuroy, sum sostatt skal spæla finaluna í mai ímóti Seiðamurtunum av Miðnámi í Kambsdali.
Leggjast kann afturat, at Seiðamurtarnir fingu 10 stig, meðan trý lið fingu 8 stig og Miðnám í Suðuroy kom víðari við besta málmuni (flestum skoraðum málum).
Blandaði lið avgjørt í seinasta umfari
Eisini hjá blandaðum liðum varð alt avgjørt í seinasta dysti, sum var ímillum Team Tik Tok av Miðnámi á Kambsdali og 2AX av Miðnámi í Suðuroy. Við einum sigri kundu Team Tik Tok vunnið seg upp á 2. plássið, sum Miðnám í Suðuroy hevði áðrenn dystin, meðan ein javnleikur var nokk fyri Miðnám í Suðuroy. Miðnám í Suðuroy gjørdi tó bart og vann dystin 2-0 og endaði harvið eisini sum vinnari av blandaða bólkinum, meðan Glasir1 gjørdist nr. 2. Hesi bæði liðini spæla finaluna í mai 2019.
Aftur ein góður dagur til Skúlafótbólt
Kappingin hjá miðnáms- og háskúlunum eydnaðist sera væl. Fleiri av flokkunum norðanfjørðs høvdu valt at koma suður dagin áðrenn kappingina, soleiðis at tey eisini fingu eitt slag av evnisdegi í Suðuroynni burturúr ferðini.
Umfarið hjá miðnáms- og háskúlunum er seinasta umfar í 2018. Í 2019 er fyrst umfar í 6. mars, tá 10. flokkar kring landið leggja leiðina til Vágs til Skúlafótbólt.