Skúlafótbóltur er ein fótbóltskapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum.
Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.
Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti.
Skúlafótbóltur verður skipaður fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og miðnámsskúlarnir kring landið.
Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.
Vallarstøddin er í mun til árgangin sambært forskriftunum hjá FSF. Leiktíðin er í mun til tíðarásetingarnar fyri dystir í ymisku aldursbólkunum hjá FSF.
Øll liðini spæla í minsta lagi 3 dystir.