Skúlafótbólts-kappingarárið endaði – hóast korona-støðuna – í øllum góðum í vikuni undan jóansøku. Í dýrdarveðri, sól og stilli, vórðu seinastu umførini leikt vesturi á Eiðinum, í tráð við tilmælini frá myndugleikunum.
Gamaní ávirkaði korona-støðan í ávísan mun, tí nakrir skúlar og flokkar valdu at avlýsa ferðina til Vágs. Hetta skilja vit væl, men vit gleða okkum til at taka ímóti tykkum aftur komandi skúlaár.
Skúlafótbóltsárið 2020/2021 byrjar ætlandi í oktober. Í august verður meiri at frætta um tilmelding og tilmeldingarfreistir, og um sjálva kappingina í 2020/2021.
Hjartaliga takka vit øllum stuðlum – serliga okkara høvuðsstuðli BankNordik – og øllum hjálparfólkum, sum tóku eina hond í í samband við Skúlafótbólts-kappingarárið 2019/2020.
Takk fyri í ár – vit gleða okkum til komandi skúlaár.
Á Facebook síðu okkara eru hopin av myndum og videoklippum frá Skúlafótbólti 2019/2020 – niðanfyri eru nakrar fáa myndir 🙂