Øll gleðast um, at dagarnir, har korona-farsóttin darvar gerandisdagin eru lagdir afturum í hesum umfarinum. Hetta hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum, saman við høvuðsstuðli okkara BankNordik, at kunna seta Skúlafótbólt á dagsskrá aftur í vár.
-Og móttøkan hevur verið framúr góð. Tilmeldingarnar streyma inn og eftir 1 viku hava fleiri enn 60 lið og útvið 500 næmingar meldað seg til Skúlafótbólt várið 2022.
Tit kunnu eisini meldað tykkara flokk til, tað gera tit her heimasíðuni undir Tilmeldingarskjal.
Vit gleða okkum 🙂