Vit gleðast um, at korona-farsóttin er við at hæsa av og at vit spakuliga kunnu fara at hava ein vanligan gerandisdag – og hetta ávirkar sjálvsagt eisini Skúlafótbólt.
Vit eru nú farin undir at fyrireika skúlafótbólt fyri hetta skúlaárið – og spælt verður í apríl og mai.
Leikdagarnir verða fastlagdir í næstu viku og tá verður eisini kunnað um hvørjir flokkar spæla nær.
Spælt verður í Marghøllini og skipað verður soleiðis fyri at øll, sum hava hug, lukkast at svimja í Páls Høll, áðrenn leiðin gongur heimaftur 🙂
Lið kunnu longu nú tilmeldast á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo undir tilmelding.