Fyrireikingarnar til Skúlafótbólt skúlaárið 2020/2021 eru farnar ígongd.
Sum kunnugt vórðu ætlaðu innleiðandi umførinum, sum skuldi verða farna heyst, útsett orsaka av korona-støðuni.
Hóast fyrireikingarnar eru farnar ígongd, so er enn ikki heilt greitt, nær Skúlafótbóltur verður á skrá í vár, men sannlíkt verður tað ikki fyrr enn í apríl, mai og juni – hetta tó alt tengt at støðuni viðvíkjandi korona.
Greitt er tó, at Skúlafótbóltur verður á skrá áðrenn summarfrítiðina 2021 🙂
Nærri kunning verður um hetta seinni.