Hetta er reglugerðin fyri Skúlafótbóltur
1. Kappingin
Skúlafótbóltur er ein kapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum.
Hvør árgangur verður býttur í dreingja-, gentu- og blandaði lið.
Kappingin verður skipað í heyst-, vetrar-, og várhálvuna við innleiðandi umførum og finaludøgum.
Lutakast og dystarskrá verður løgd av kappingarleiðsluni, sum á heimasíðuni og beinleiðis til tilmeldaðu skúlarnar kunnar um hvussu kappingin verður skipað.
Kappingin verður skipað við innleiðandi bólkaspæli. Eftir innleiðandi bólkaspælið verður spælt til finalistar eru funnir og finalan kann spælast.
Allar finalur verða spældar sama dag.
2. Tilmelding og lutakast
Við tilmelding til kappingina verður upplýst um hvørji lið verða meldaði til, hvør kontaktpersónurin er (tlf.-nr. og teldupost adressa). Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo
3. Kappingarreglur
1. Vallarstødd
Vallarstøddin er í mun til aldurin hjá ymisku árgangunum.
- Árgangirnar 1. og 2. flokkur spæla á vallarstødd, sum er 15 x 20 m.
- Árgangirnar 3., 4., og 5. flokkur spæla á vallarstødd, sum er 40 x 20 m. (3 vøllir í Marghøllini)
- Árgangirnar 6., 7., 8., 9. og 10. flokkur spæla á vallarstødd, sum er 40 x 30 m. (2 vøllir í Marghøllini)
- Árgangurin miðnámsskúlar spælir á vallarstødd, sum er 60 x 40 m. (fullur vøllur í Marghøllini)
2. Bólturin
Boltstøddin er stødd 3, stødd 4, og stødd 5, alt eftir aldrinum á ymisku árgangunum.
3. Tal av leikarum
- Í árgangunum 1. og 2. flokki eru tað 4 útileikarar og ein málverji.
- Í árgangunum 3., 4., og 5. flokki eru tað 5 útileikarar og ein málverji.
- Í árgangunum 6., 7., 8., 9., og 10. flokki eru tað 6 útileikarar og ein málverji.
- Í árganginum miðnámsskúlar eru tað 7 útileikarar og ein málverji.
Liðini kunnu hava í mesta lagi 3 útskiftarar.
Í blandaðu liðunum skulu í minsta lagi helvtin av leikarunum verða gentur, um tað ikki ber til at fáa gentur á liðið, verður spælt við færri leikarum.
Leikararnir skulu ganga í flokki saman.
3.a. Lána leikarar
Um tað ikki eru nóg nógvir leikarar til at manna lið, so ber til at lána leikarar frá einum lægri flokki. Teir lántu leikararnir skulu verða teir somu gjøgnum alla kappingina. Lántir leikarar kunnu eisini spæla við egnum flokki.
Um ein skúli ikki hevur nóg nógvar leikarar til at manna lið, kann skrivliga søkjast um undantak, har tveir smáir skúlar skipa felags lið.
4. Brot á kappingarreglurnar
Brot á kappingarreglurnar førir við sær, at liðið tapir 3-0.
5. Leiktíð
Leiktíðin er í mun til tíðarásetingarnar fyri dystir í ymisku aldursbólkunum hjá FSF.
6. Dystargongdin
Fyrsta nevnda liðið á leikskránni byrjar dystin.
Líkast troyggjurnar ov nógv, fer síðst nevnda liðið á leiksskránni í vestar.
Liðini kunnu frítt skifta leikarar út og inn gjøgnum allan dystin.
Tá eitt lið er aftanfyri við 3 ella fleiri málum, kann ein leikari afturat setast inn á vøllin. Um so er, at liðið eftir hetta minkar um málmunin til minni enn 3 mál, so fer leikarin av vøllinum aftur.
Gult kort førir við sær, at leikarin verður útvístur í 2 minuttir.
Reyt kort / burturvísing av vølli førir við sær leikbann í 1 dyst. Í serliga grovum føri kann kappingarleiðslan gera av, at leikbannið verður meiri enn 1 dyst.
7. Um tað stendur á jøvnum í stigum
Um tvey ella fleiri lið hava sama stigatali tá innleiðandi bólkaspælið er liðugt, verður uppgjørt soleiðis (og skal raðfylgjan lesast soleiðis, at fyrst verður gjørt upp undir pkt. 1. Stendur framvegis á jøvnum millum tvey ella fleiri lið, so fara bara hesi liðini víðari til pkt. 2. og verður har gjørt upp aftur os.fr.):
1) málmun í innleiðandi bólkaspælinum
2) flest skoraði mál í innleiðandi bólkaspælinum
3) flest stig í innanhýsis dystum
4) málmun í innanhýsis dystum
5) flest skoraði mál í innanhýsis dystum
6) flest vunnar dystir
7) lutakast
Dystir, har ein vinnari skal finnast, verða avgjørdir við umdysti á 2 x 3 minuttir. Stendur á jøvnum eftir umdystin so verður brotssparkskapping, har hvør liðið skjýtur 3 brotsspark. Stendur framvegis á jøvnum, skjóta liðini eitt brotsspark hvør, við nýggjum leikara hvørja ferð, inntil ein vinnari er funnin.
8. Troyggir og onnur útgerð
Hvørt lið skal í tann mun tað er gjørligt hava einslittar troyggir.
Allir leikarar skulu hava skinnarar. Leikarar uttan skinnarar verða vístir av vølli og sleppa ikki inn aftur fyrr enn hesi viðurskifti eru í lagi.
9. Dómarar
Royndir dómarar døma dystirnar.
10. Kærur
Kærur verða sendar kappingarleiðsluni skrivliga í seinasta lagi á midnátt sama dag, sum dysturin er leiktur.
11. Kappingarleiðsla
Fyrireikingarbólkurin setur eina kappingarleiðslu, sum verður mannað av trimum umboðum. Kappingarleiðslan tekur avgerðir í samband við kærur, ivamál og annað.
12. Finaludagurin
Kappingarleiðslan skipar finaludagin.
Um lið, sum hevur vunnið seg víðari til finaluna, ikki kann møta finaludagin, so verður næsta lið bjóðað til finaluna.
Um tað stendur á jøvnum í finaluni, verður farið beinleiðis til brotssparks-kapping, sum verður skipað eftir vanligum fótbóltsreglum.