Ofta spurt !

DAGFØRT 4. APRÍL 2022
Her er eitt yvirlit yvir Ofta Spurdir spurningar og svar, sum eru givin í samband við hesar spurningar.
Hevur tú spurningar, so ber til at senda ein teldupost til dennis@vagur.fo

Skal man duga at spæla fótbólt fyri at luttaka?
Nei, tað er ikki neyðugt at man dugir at spæla fótbólt ella spælir fótbólt við einum fótbóltsfelagið fyri at luttaka í Skúlafótbólti.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.

Kostar tað at luttaka?
Nei, tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbóltur.

Ber til at keypa døgurða?
Ja, tað ber til at bíleggja døgurða, sum verður serveraður í Alrúminum í Marghøllini ella í VB-húsinum, um spælt verður á Eiðinum. Døgurðin kostar 70 kr.

Skulu vit liggja nátt í Suðuroynni?
Nei, lið/skúlaflokkar norðanfjørðs sleppa suður við Smyrli um morgunin og norðuraftur seinnapartin.
Spælt verður ónsdagar og tórsdagar.

Ferðaætlanin hjá Smyrli:
Ónsdag av Havnini kl. 8.30 og úr Suðuroynni kl. 18.30
Tórsdag av Havnini kl. 8.30 og úr Suðuroynni kl. 17.30

Skulu vit boða Smyrli / Strandfaraskipum Landsins frá?
Nei, tað er ikki neyðugt at boða Smyrli frá, um bólkar ætla suður við Smyrli, tí vit boða Smyril/Strandferðsluni frá.

Flutningur til Vágs og aftur á Krambatanga (til Smyril)
Tit skulu bíleggja pláss við bussi hjá fyriskiparunum á telduposti: dennis@vagur.fo.
Bussurin kostar 20 kr. pr. persón hvønn veg.

Matur & drekka
Í samband við Skúlafótbólt bjóða vit vatn í Marghøllini / á Eiðinum.

Er áhugi fyri tí, kunnu skúlaflokkar bíleggja matpakka og drekka afturvið. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til jenspetur@marghollin.fo

Yvirnátting
Ber til at yvirnátta, um vit skuldu havt hug til tað?

JA, um áhugi er fyri at yvirnátta, so kunnu vit hjálpa til við at finna pláss at liggja nátt. Sendi teldupost til info@vagur.fo um hetta.

Ber til at skifta í Marghøllini / á Eiðinum?
JA
, tað eru skiftirúm í Marghøllini og á Eiðinum, har tað ber til at skifta og fara í brúsu, tá liðugt er at spæla.

Tilmeldingarfreistir
Tilmeldingarfreistin til at luttaka í Skúlafótbólti er 1 viku áðrenn tín árgangur skal spæla. T.d. skulu 6. flokkar spæla tórsdagin 28. apríl 2022, tilmeldingarfreistin var tórsdagin 21. apríl 2022.