Um góðar 6 vikur, ónsdagin 6. mars 2019, verður næsta umfar í Skúlafótbólti, tá 10. flokkar leggja leiðina til Vágs at kappast. Og so verður spælt hvønn ónsdagin, uttan í páskavikuni, fram til 1. mai 2019, tá stórur FINALUDAGUR er í Marghøllini.
Higartil eru fleiri enn 1.330 næmingar og fleiri enn 160 lið tilmeldaði Skúlafótbólt árið 2018/2019 – og tað ber framvegis til at melda til Skúlafótbólt á tilmeldingarskjalinum, sum er her: https://skulafotboltur.fo/tilmeldingarskjal/
Skúlafótbóltur er ein spennandi fótbóltskapping fyri fólkaskúlar og miðnámsskúlar í Føroyum, sum BankNordik og Fótbóltssamband Føroya stuðla.
Umførini hjá fleiri árgangum vórðu avgreidd í heyst. Í vár spæla árgangir í hesari raðfylgjuni:
6. mars 2019: 10. flokkar
13. mars 2019: 9. flokkar
20. mars 2019: 8. flokkar
27. mars 2019: 7. flokkar
3. apríl 2019: 3. flokkar
10. apríl 2019: 2. flokkar
24. apríl 2019: 1. flokkar
1. mai 2019: FINALUDAGUR