Størsta einstaka fótbóltskappingin í Føroyum nakrantíð varð í Marghøllini í Vági í dag, har fleiri enn 700 børn og ung vóru komin at spæla finaluna í Skúlafótbólti 2018/2019 – og fleiri enn 1.000 fólk vóru komin saman í Marghøllini.
Við framúr góðari tænastu frá Strandfaraskipum Landsins sigldi Smyril í morgun á Vág, har tey 6-700 børn og ung og vaksin fóru í land inni á Oyrunum í Vági. -Og síðani fór gongan ímóti Marghøllini, har finaludagurin í Skúlafótbólti var á skrá.
Øll liðini marsjeraðu inn í Marghøllina í aldursrøð og stillaðu upp til byrjunarhátíðarhaldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani sang Ingi Poulsen nakrar sangir, áðrenn finalurnar byrjaðu.
Uttan góðar stuðlar, har BankNordik hevur verið høvuðsstuðul, og Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommuna eisini hava stuðlað. Uttan Strandfaraskip Landsins og bygdaleiðir í Suðuroy, sum hava verið framúr góðir samstarvsfelagir. Uttan tykkum øll, sum hava tikið eina hond í og hjálpt til í samband við Skúlafótbólt. Og uttan øll tykkum rundanum FC Suðuroy, so bar ikki til at skipa fyri Skúlafótbólti – og als ikki fyri finaludegnum í Skúlafótbólti.
Hjartans tøkk til tykkum øll sum stuðlaðu og hjálptu til – og hjartans tøkk til tykkum, sum tóku lut í hesum fyrsta kappingarárinum hjá Skúlafótbólti.
Okur síggjast aftur í heyst 🙂
PS: Hópin av myndum eru at finna á Facebook síðu okkara Skúlafótbóltur.