Ónsdagin 3. apríl fara 3. flokkar til Vágs til Skúlafótbólt í Marghøllini. Tilsamans umleið 200 næmingar úr 3. flokki leggja leiðina til Vágs ónsdagin til Skúlafótbólt.
BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti, sum eisini er stuðlað av Fótbóltssambandi Føroya og Vágs kommunu.
Innleiðandi umførini í kappingini nærkast nú endanum, tí nú mangla bara 3. flokkar og síðani 1. og 2. flokkar, sum spæla innleiðandi umfarið ónsdagin 10. apríl.
Skúlafótbóltur er skipaður á tann hátt, at umframt at kappast verður í fótbólti, so fáa næmingarnir eisini høvi at royna minna klatriveggin í Marghøllini og svimja í Páls Høll.
Stóri finaludagurin í Skúlafótbólti verður tórsdagin 2. mai.