Ónsdagin 13. mars er aftur Skúlafótbóltur á skránni í Marghøllini í Vági, hesaferð er tað umfarið hjá 9. flokkunum og 10. flokkunum. Tilsamans koma fleiri enn 200 næmingar til Skúlafótbólt ónsdagin. Og tey 17 liðini fara at spæla fleiri enn 50 dystir.
Skúlafótbóltur er eitt av nýggju spennandi tiltøkunum í Vági, sum verður skipað í samstarvi við BankNordik og Fótbóltssamband Føroya. Umframt fótbólt, so bjóðar Skúlafótbóltur eisini næmingum at svimja í Páls Høll og at royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.
Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, har tað er møguleiki at keypa ein kaffimun, toast og belgiskar vaflur afturvið. Døgurið er eisini til keyps í Marghøllini frá kl. 12.30.
Leiksskráin fyri dagin er her: 9 og 10 flokkar – Leiksskráin 13 mars 2019_ENDALIGT