Ónsdagin koma 5. flokkar úr øllum landinum til Vágs at spæla Skúlafótbólt. Tilsamans 35 lið eru tilmeldaði – hetta er tað mesta í einum aldursbólki higartil. Hesi 35 liðini spæla 106 dystir ónsdagin.
Áskoðarar eru vælkomnir til Skúlafótbólt, har møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott afturvið, og eisini verður møguleiki at keypa døgurða.
Skráin fyri dagin
Kl. 8.30 Smyril av Havnini
Kl. 10.30 Smyril á Krambatanga
Kl. 10.40 Við bussi av Krambatanga til Marghøllina í Vági
Kl. 11.00 Koma til Marghøllina
Kl. 11.30 Byrjar umfarið hjá Dreingjaliðum
Kl. 12.25 Endar umfarið hjá Dreingjaliðum
Kl. 12.25 Byrjar umfarið hjá Gentuliðunum
Kl. 13.00 Døgurðin byrjar
Kl. 13.00 Páls Høll letur upp !
Kl. 13.05 Endar umfarið hjá Gentuliðunum
Kl. 13.05 Byrjar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 1
Kl. 13.54 Endar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 1
Kl. 14.00 Byrjar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 2
Kl. 14.55 Endar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 2
Kl. 14.55 Byrjar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 3
Kl. 15.00 Døgurðin endar
Kl. 16.15 Endar umfarið hjá Blandaðum liðum, bólkur 3