Ónsdagin 14. november leggja 5. flokkar úr øllum landinum leiðina til Vágs at kappast í Skúlafótbólti. Tilmeldingarfreistin er á midnátt fríggjakvøldið 9. nov. Higartil hava útvið 200 næmingar og 21 lið úr 9 ymiskum skúlum kring landið meldað til kappingina hjá 5. flokki.
Næmingarnar koma, saman við lærarum, at fáa ein hendingarríkan dag í Vági, har tað umframt fótbóltur eisini verður møguleiki at svimja í Páls Høll.
Tilmeldingarfreistin til kappingina hjá 5. flokki er á midnátt 9. nov. 2018.
Tilmelding fer fram her.