Skúlafótbóltur undir kønari dómara-leiðslu

Ónsdagin 24. okt. fer fyrsta umfar av Skúlafótbólti av bakkastokki, tá 6. flokkar úr øllum landinum koma til Vágs at kappast í Skúlafótbólti. Hetta fyrsta umfarið verður undir kønari dómara-leiðslu, tí Lars Muller og Páll Augustinussen, sum báðir eru kend andlit frá bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, koma at døma dystirnar.

Umframt Lars Muller og Páll Augustinussen, verða eisini aðrir dómarar, m.a. Jens Petur Brattalíð, sum eisini er kent dómara-andlit frá bestu fótbóltsdeildini í Føroyum.