Ónsdagin 24. oktober verður 1. umfar í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági, tá 6. flokkar úr øllum landinum fara til Vágs at kappast.
Tilsamans 29 6. flokkar úr øllum landinum fara at kappast ónsdagin 24. oktober, og fevna liðini bæði um blandaði lið, gentulið og dreingjalið. Tilsamans 265 næmingar eru meldaðir til umfarið hjá 6. flokki.
Skráin fyri hendan fyrsta leikdagin í Skúlafótbólti verður tøk seinni í vikuni.
Millum liðini í 6. flokki, sum fara at kappast 24. oktober, eru Mbappe dreingir í Sankta Frans Skúla.