Fyri flest øll hevur árið 2020 verið eitt sera løgi ár, sum hevur verið merkt av korona-farsóttin og avmarkingunum, sum hetta hevur ført við sær bæði her á landi og uttanlands.
Í samráð við Koronaráðgevingina varð í heyst gjørt av at bíða við Skúlafótbólti til komandi vár. -Og nú farið verður ígongd við at vaccinera fólk í Føroyum í næstum, so eru vón fyri framman um at vit aftur kunnu fáa ein meiri “normalan” gerandisdag.
Vit eru farin ígongd við at fyrireika Skúlafótbólt komandi vár – og fara fólka- og miðnámsskúlar kring landið sjálvsagt at frætta nógv meiri um tað, tá komið verður nakað inn í nýggja árið. Vit hava eina vón um kunna skipa Skúlafótbólt tá komið er út á várið og byrjanina av summarinum – men verður hetta sjálvsagt alt gjørt í neyvum samráð við Koronaráðgevingina.
Vit fara at nýta høvið at takka okkara høvuðsstuðli, BankNordik, fyri sera gott samstarv um Skúlafótbólt í ár eins og undanfarin ár.
Vit fara eisini at takka Fótbóltssambandi Føroya og øllum øðrum stuðlum fyri gott samstarv í undanfarna ári.
Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur í Vági komandi ár 🙂