Framúr væleydnaða fótbóltskappingin Skúlafótbóltur verður sjálvandi aftur komandi skúlaár.
Fyri einum lítlan mánaða síðani var finalan í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Talan var helst um eitt tað størsta fótbóltstiltakið í Føroyum nakrantíð, tí umleið 750 børn kappaðust til finaludagin í Skúlafótbólti.
Tá farið varð undir tiltakið tíðliga á sumri 2018 høvdu vit eina vón um at fáa eini 5-600 næmingar til hetta fyrsta árið hjá Skúlafótbólti. Men nú vit hava gjørt árið upp, kunnu vit staðfesta, at tað hava verið 2.409 leikarar, sum hava luttikið í Skúlafótbólti 2018/2019.
Tilsamans hava tað verið umleið 25% av øllum næmingunum í føroyska fólkaskúlanum til Skúlafótbólt 2018/2019. Fyri summar árgangir, t.d. 5., 6. og 7. flokk, vóru tað fleiri enn 40% av næmingunum, sum luttóku til Skúlafótbólt. 25 fólkaskúlar og 5 miðnámsskúlar luttóku í Skúlafótbólti 2018/2019.
Tilsamans 221 lið kappaðastu til Skúlafótbólt, býtt á 69 dreingjalið, 56 gentulið og 96 blandaði lið. Hesi liðini spældu tilsamans 596 dystir. Tilsamans blivu 3.448 mál skoraði til Skúlafótbólt kappingarárið 2018/2019.
Skúlafótbóltur er eitt av stóru grassroot fótbólts-tiltøkunum í Føroyum og tiltakið er eisini fyrireikað og skipað av lokalum eldsálum, sum hava brúkt tíð og orku uppá hetta framúr spennandi tiltakið. Men uttan stuðlar, so bar sjálvsagt ikki til at skipa eitt megnartiltak av hesum slagi – og takka vit BankNordik, Fótbóltsambandi Føroya, Vágs kommunu og øllum hjálparfólkunum hjartaliga fyri stuðulin, nú árið 2018/2019 er farið afturum.
Fyrireika árið 2019/2020
Seinastu vikurnar hava vit fyrireika Skúlafótbólt 2019/2020 og fara í næstum at senda skriv út til fólkaskúlar og miðnámsskúlar um kappingina.
Meiri verður at frætta um tilmelding og annað her á heimasíðuni hjá Skúlafótbólti, www.skulafotboltur.fo