FINALUDAGURIN nærkast

Stóri finaludagurin – tórsdagurin 2. mai – í Skúlafótbólti nærkast í stórum, og vit gleða okkum.

Tilsamans skulu 40 dystir spælast finaludagin. Byrjað verður kl. 12.30 og vit verða liðug umleið kl. 16.00. Leiksskráin fyri finaludagin verður klár fyrsta dagin – men tað er longu greitt, at byrjað verður í yngru árgangunum og endað verður við elstu árgangunum.

Vit eru í góðum samskifti við Strandfaraskip Landsins um loysn uppá flutningin til og úr Vági finaludagin – og verður væntandi meiri at frætta um hetta fyrsta dagin.

Tilsamans fara eini 600 børn og ung at spæla finaludagin – og íroknað floksfelagum, lærarum og foreldrum verða vit væntandi útvið 1.000 fólk í Marghøllini finaludagin.

Saman við høvuðsstuðlinum BankNordik, og við Fótbóltssambandi Føroya og øllum hinum stuðlunum gleða vit okkum til ein spennandi dag í Marghøllini.

Meiri verður at frætta um finaludagin seinni.