Í dag er fyrsta umfar í Skúlafótbólti, sum er stóra fótbóltskappingin fyri fólkaskúlar, miðnáms- og háskúlar, sum er í Marghøllini í Vági. Hetta fyrsta umfarið er fyri næmingar í 6. flokki og tilsamans 220 næmingar fara at kappast í Marghøllini í Vági. Kappingin hjá 6. flokkunum er skipað í blandaði lið, dreingja lið og gentu lið og fara 26 lið at spæla í dag. Umframt at spæla fótbólt fáa næmingar eisini høvið at svimja í Páls Høll og royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.
Skúlafótbóltur varð fyrstu ferð á skránni farna skúlaár, tá fleiri enn 2.400 næmingar vóru til Skúlafótbólt í Vági.
Ongin Skúlafótbóltur uttan góðar stuðlar og eru vit sera fegin um, at BankNordik aftur í ár er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti, siga fyrireikararnir av Skúlafótbólti.
Umframt BankNordik, so er Skúlafótbóltur eisini stuðlaður av Fótbóltssambandi Føroya.
Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Vágs kommunu, sum liður í at Vágs kommuna er partur av ABC fyri sálarligari heilsu og telist Skúlafótbóltur millum størstu ABC tiltøkini í Føroyum.