SVL dreingir2 og VS2 í finaluni hjá dreingjum í 2. flokki

SVL dreingir2 frá Skúlanum við Løgmannabreyt og VS2 frá Vágs Skúla spæla finaluna hjá dreingjum í 2. flokki.

SVL dreingir2 vunnu umfarið hjá dreingjum í 2. flokki við 9 stigum

VS2 frá Vágs Skúla gjørdist  nr. 2 við 7 stigum, sama stigatal, sum SVL dreingir1. Liðini høvdu eisini bæði +3 í málmuni, men av tí at VS2 dreingirnar frá Vágs Skúla høvdu skotið fleiri mál, so vunnu teir seg víðari í finaluna.